Í fyrsta kappingarárinum skoraði Alves 34 mál í 31 dystum, og tí stóðu stórfeløgini í røð at keypa hann. Felagið vildi tó ikki selja Alves, sum hevur verið sera misnøgdur síðstu mánaðirnar. Alves var tó á vøllinum um vikuskiftið, tá Heerenveen møtti Heracles í bestu hollendsku deildini, og Heerenveen gjørdi ikki matari enn at vinna heili 9-0. Tað sermerkta við dystinum var tó enn einaferð leikluturin hjá Afonso Alves, sum fekk heili sjey av málunum.