Alveldi

Løgmaður í stólinum
man so fastur sita
eingin hevur klárað enn
hann úr sæti flyta

Roynt tey hava megi alla
javnaður og miða
sambandið er komið til
at best tað er at tiga

Tykist sum í Afrika
støðan vera vorðin
hóast tú ei valið vinnur
út mást verða borin

Fólkaræði tosa vit
um á hvørjum degi
onkur heldur tó at hetta
mest er veldisgreði

Stýrisskipan sigur okkum
løgmaðurin ræður
sum tað nú sær út hann kann
sita allar ævir