Álvarsligt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum

Fólk hava fingið skaða og vegurin er stongdur

Fyri løtu síðani fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, ímillum Hvítanes og Sund.

 

Løgreglan veit ikki akkurát, hvat er hent, men ”nøkur fólk” hava fingið skaða, sigur løgreglan.

 

Men tað, vit higartil vita, er, at ein seyður leyp tvørturum vegin og ein bilur máttio bremsa hart fyri at sleppa undan at  rena á seyðin. Men tveir bilar, sum koma aftan á,  fáa ikki steðga, men rena á, so talan er um tríggjar bilar, sum eru uppi í óhappinum. 

 

Sjúkrabilur, sløkkiliðið og løgregla eru á staðnum og vegurin hevur verið stongdur eina góða løtu og tað verður hann fyribils, til tey eru liðug á staðnum, sigur løgreglan.

 

Í teimum trimum bilunum eru tilsamans fimm fólk, og tey eru øll komin undir læknahond. 

 

Vit frætta meiri seinni.

 

Les eisini: Trý fólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

 

Myndina tók Dávur Wnther