Í stóra hvíta bygninginum við síðuna av Bilfríðkuni í Havn luktar nýtt. Inni eru hvítt, grátt og reytt teir afturvendandi litirnir. Fleiri fólk eru inni, og tað er eitt sindur rokaligt. Tað síðsta skal fáast upp á pláss áðrenn latið verður upp um umleið tríggjar vikur. Vit eru stødd inni í nýggju hølunum hjá ALV í Smiðjugerði. Bygningurin liggur beint við síðuna av Bilfríðkuni.
Leiðarin á ALV, Kristina Larsen, tekur ímóti okkum og bjóðar okkum innar í nýggju skrivstovuna. Eisini har luktar nýtt. Enn er alt ikki komið upp á pláss. Telefon, teldupostur og annað vantar enn, men nú verður ein seinasta hond løgd á tað arbeiðið.
? ALV er ein gamal stovnur. Stovnurin umfatar skúlan við Áir og verkstað, umframt sølubúðina og pylsuvognin á Vaglinum, greiðir Kristina Larsen frá.
Kristina Larsen varð sett sum leiðari á ALV í januar 2001, og var hennara fyrsta uppgáva at gera eina verkætlan. Henda verkætlan gekk út uppá at fáa nýtt virksemi til arbeiðstarnað. Og í 2002 er ALV komið á fíggjarlógina. Játtanin er áljóðandi 4,76 mió. krónur.
Margfaldsstova
Eftir ætlan verður byrjað tann 1. september við virkseminum hjá ALV. Tá verður byrjað við Vinnuskeiði og Verkstaði.
Vinnuskeiðið umfatar tvey verkstøð. Hetta vinnuskeiðið er fyri arbeiðstarnað, sum eiga at klára seg úti á arbeiðsmarknaðinum.
? Um ein roknar við, at fólkini kunnu klára seg á arbeiðsmarknaðinum ella í skúla, so koma tey á hetta skeiðið. Og á hesum vinnuskeiðnum fara vit at hava tvey verkstøð, sigur Kristina Larsen.
Hesi bæði verkstøðini verða margfaldsstovan og køkur.
Á hesi sonevndu margfaldsstovu verður skipað fyri arbeiði, sum umfatar teldur, kopimaskinur og øðrum hesum líknandi. Fólk kunnu so koma innar og bíleggja kopi, tekstir, uppseting av sangum og so framvegis. Her koma tey arbeiðandi at læra at fáast við teldu, taka ímóti bíleggingum og øðrum sum hoyrir hesum arbeiði til.
? Hetta verður eitt rættiligt arbeiðspláss, men sjálvandi á teirra støði, sigur Kristina Larsen.
Hin verkstaðurin verður ein køkur. Her koma fólkini at fáast við matgerð. Ætlanin er at gera matpakkar og lættari máltíðir, sum síðani skulu út av húsinum. Harafturat verður undirvíst í mat og kostvegleiðing.
? Hetta er ikki ætlað bara sum ein tænasta úteftir, men hetta er eisini skúling fyri tey arbeiðstarnaðu. Tey, sum koma at vera á hesum vinnuskeiðnum, fáa eisini møguleika fyri at fara á skeið í føroyskum, brævskriving og øðrum, sum hoyrir til arbeiðið, tey fáast við. Eisini skulu tey í starvsvenjing á einum vanligum arbeiðsplássi í umleið ein mánaða, greiðir Kristina Larsen frá.
Ætlanin er, at eftir eitt ár, skulu fólkini verða klár at fara víðari. Tó verður tað helst ikki júst so í byrjanini. Roknað verður við, at nú í byrjanini fer hetta at longri tíð.
Avlamisarbeiði
Hitt virksemi, sum byrjað verður við á ALV, er klædna- og sniðverkstaðurin. Hetta er fyri fólk, sum ein ikki væntar klára seg á arbeiðsmarknaðinum. Tað verið seg avlamispensionistar og fólk, sum ikki hava útlit til at klára seg ? rørslutarnað ella lættari sálarliga sjúk.
? Hesi koma at gera vørur til sølu, eisini út av húsinum. Vit levera síðani til sølubúðina á Vaglinum, og eisini verður møguleiki fyri at Soleiðis fáa vit eisini at vita, hvussu eftirspurningurin er. Og vit eru spent uppá at byrja uppá hetta, og sleppa at stýra einum parti av hesum virkseminum sjálvi, sigur leiðarin.
Hon vísir á, at tað eru fleiri, sum longu hava biðið um træverk, so tað kann væl hugsast at verkstaðurin fer at framleiða borð og hylla og aðrar størri lutir.
Seinni í heyst ella í vetur verður eisini avlamisarbeiði fyri pensjionistar á ALV. Hetta er fyri fólk, ið eru verri fyri, og talan er meira um hugna og lættari handverk.
Í fyrsta umfari er pláss fyri umleið 20 fólkum á ALV, og seinni verða fleiri tikin inn.
Tey, ið eru áhuga, kunnu venda sær til sín sosialráðgeva og biðja um eitt umsóknarblað. Ella ber til at seta seg beinleiðis í samband við ALV. Eisini vísir Kristina Larsen á heimasíðuna, sum liggur undir www.alv.fo.









