ALV fer undir framleiðslu á Kambsdali

ALV hevur leingi havt ynski um at skapa nýggja vinnu fyri fólki við skerdum arbeiðsførleika. Hetta sær nú út til at fara at eydnast Gongst eftir ætlan hevur ALV eitt framleiðsluvirkið á Kambsdali um eitt ár.

- Við hesi ætlan skapa vit eini 25 arbeiðspláss fyri fólki úr Norðoyggjum, Eysturoy og nakað av Streymoy, upplýsir fyristøðukvinnan, Kristina Larsen.

Høvðusvirksemið á virkinum verður ein endurnýtsluhøll, sum fer at umvæla gamlar møblar og lutir, sum skulu seljast. Eftir ætlan fer virkið eisini at framleiða ymiskar lutir ella partar av framleiðslum fyri føroysk virkir.

Framleiðsluvirkið verður eitt arbeiðspláss fyri fólk, ið hava fingið tillutað hálva ella fulla pensjón. Ein partur, sum vanliga ikki er so sjónligur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, men sum gjøgnum mennandi tilboð kann geva sína arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin og hervið eisini verða við til at geva vinnulívinum í Føroyum størri og fjølbroyttar arbeiðsmegi.

Bygningurin talan er um er ?Kommunufjósið?, sum Fuglafjarðar Kommuna eigur á Kambsdali.

ALV fer í næstum at gera bygningin kláran og miðað verður móti at byrja nýggja framleiðsluvirki um eitt ár.