Altso gratis øl frá Dia...?

Tað má metast sum eitt sjálv­mál av teimum heilt stóru, tá Kring­varp Føroya er farið at burt­ur­luta sterkt øl fyri at fáa fólk at leita sær inn á heima­síðu Kringvarpsins.

Men soleiðis er støðan, og tað er ikki komið leiðsluni í Kring­varp­­inum til hugs, at stovn­ur­in kanska ger seg inn á rú­s­drekk­a­lógina, sum er sera skørp og greið á hesum øki. Eing­in, sum ikki hevur sølu ella skeinkiloyvi, kann selja rús­drekka.

Eitt er, at tey í Kring­varp­i­num ikki duga nóg væl at gjøgn­um­hugsa avleiðin­g­ar­nar av hesum. Men tað er undr­un­ar­vert, at stjóri og leiðsla á Føroya fremsta mentan­ar­stovni tíma at út­seta stovnin fyri tí kritikki, sum tey biðja um við at eggja fólki at drekka sterkt øl.

Kanska leiðslan átti at farið á skeið í fjøl­miðl­a­etikki...