Talið á ferðafólki, sum ferðast um flogvøllin í Billund, veksur støðugt og ruturnar gerast eisini fleiri. Á rutunum til og úr útlondum er ferðafólkatalið í ár 40 prosent størri enn í fjør, og størsti vøksturin er á rutuni millum Billund og Amsterdam.
-Vit hava framgongd á øllum økjum, sigur ovastin í Billund Lufthavn, Jørgen Krab Jørgsensen, við Jyllands-Posten. Samstundis fegnast hann um, at eisini í juli var ferðafólkatalið størri enn í sama mánað í fjør.
Í dag byrjar enn ein ruta til og úr Billund. Tað er flogfelagið Cimber Air, sum fer undir rutuflúgving millum Billund og Berlin.
Føroyska Atlantsflog er millum flogfeløgini, sum hava fasta rutuflúgving til og úr Billund.