Altjóðakunngjørd grein um CTD

Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum, hevur saman við samstarvsfeløgum fingið almannakunngjørt nýggja grein um CTD. Greinin hevur heitið: ”Primary Carnitine deficiency in the Faroe Islands: health and cardiac status in 76 adult patients diagnosed by screening”

 

Greinin er ein umfatandi lýsing av 76 vaksnum sjúklingum við CTD. Eingin teirra varð viðgjørdur við L-karnitin, áðrenn tey vórðu kannað fyrstu ferð. Í greinini verður staðfest, at eingin teirra var illa sjúkur, tá CTD varð staðfest, og at viðgerð við L-karnitin bøtti munandi um livimátan hjá flestu CTD-sjúklingunum. Við einum undantaki var hjartabygnaðurin normalur, og eingi tekin vóru um hjartaórógv.

 

Greinin varð almannakunngjørd í Journal of Inherited Metabolic Disease fyri stuttum.
Granskingarráðið skrivar á heimasíðu sínari, gransking.fo, at kanningarúrslitini um CTD í Føroyum hava vakt altjóða ans og viðurkenning, og at tað verður mett, at granskingin av CTD í Føroyum kann gagna sjúklingum við CTD í umheiminum eisini.

 

Greinin hjá Jan Rasmussen kann lesast her: http://www.ncbi.nlm.nih.gov/pubmed/23963628