Altjóða vinddagur uttan vind

Altjóða vinddagur er í dag.

Altjóða vinddagur er í dag 15. juni - men eingin vindur.

 

Síðan seinasta altjóða vinddagin eru tvær vindmyllulundir komnar afturat í miðøkinum og vindmyllulundin í Porkeri hevur fingið eyka útgerð fyri betur at kunna gagnnýta vindorkuna.

 

Men tá vindur og regn fara í summarfrí, fæst tíverri lítið burturúr grønu orkukeldunum í Føroyum, og tað er ein avbjóðing. Tí er umráðandi støðugt at arbeiða við fleiri loysnum á grønu kósini.

 

Mai í ár var óvanliga góður í mun til vindorku, men higartil í juni hava dieselverkini staðið fyri 86,5% av framleiðsluni, skrivar sev.fo.

 

##med2##