Síðani Andreas F. Hansen í vár gavst við hondbóltsdømingini, hevur Eyðun Samuelsen verið altjóða dómari saman við íslendska Ingvar Guðjónsson. Teir báðir hava longu havt nakrar altjóða uppgávur, og í januar mánaði er enn av slagnum á skránni.
11. januar skulu teir báðir nevnliga leiða dystin milulm Estland og Letland í HM-undankappingini hjá monnum. Talan er kanska ikki um hondbóltstjóðir, sum eru millum tær fremstu, men tað er hinvegin ein grannauppgerð, og tí er lítil ivi um, at talan er um sera spennandi uppgávu hjá teimum báðum.