Føroyar hava bundið seg til at tryggja øllum samfelagsbólkum somu rættindini. Og tað lyftið skulu vit helst halda.
Tað halda tey í LGBT í Føroyum. LGBT er felagsskapurin hjá samkyndum, tvíkyndum og tvørkyndum føroyingum.
Og tey fegnast um, at ST nevndin fyri kvinnurættindum nú mælir føroyskum myndugleikum til at tryggja at samkyndar, tvíkyndar og tvørkyndar kvinnur faá somu rættindini sum allar aðrar kvinnur hava.
LGBT í Føroyum staðfestir, at Føroyar hava bundið seg til at halda ST sáttmálan um rættindini hjá kvinnum.
Sostatt er sáttmálin bindandi fyri Føroyar og nú hava Føroyar við jøvnum millumbili verið í ST og greitt frá, hvussu rættindini hjá kvinnum í Føroyum verða vird.
Seinastu ferð, vit vóru í ST, var í farna mánað og eftir tann fundin kom ST við ymsum tilmælum um, hvat londini kunnu gera fyri at røkka endamálinum í Cedaw-sáttmálanum, sum hesi hava bundið seg til at halda.
Í hesum sambandi fegnast tey í LGBT um, at samkyndar, tvíkyndar og tvørkyndar kvinnur, nú eru tiknar við í tilmælini frá ST.
Í hesum staðfestir ST nevndin, at føroyskir myndugleikar skulu virka fyri, at LGBT kvinnur í Føroyum ikki eru fyri mismuni og fáa full javnrættindi á jøvnum føti við hinkyndar kvinnur og menn.
- Føroyar skulu aftur til próvtøku hjá ST í 2019 og tá skulu Føroyar helst kunna vísa á, at vit hava fylgt tilmælunum, ið vit nú hava fingið frá ST, siga tey í LGBT í Føroyum.
Tey vísa á, at ST nevndini fyri kvinnurættindum er ikki fyrsti altjóða felagsskapur, ið tilmælir politisku skipanini í Føroyum til at tryggja LGBT fólki javnrættindi, tí frammanundan hava bæði Amnesty International og Norðurlenska ungdómsráðið. gjørt tað sama.
- LGBT Føroyar vónar tí, at ein komandi samgonga fer at virka fyri, at tilmælini frá ST verða vird, soleiðis at LGBTarar í Føroyum fáa full javnrættindi, áðrenn vit aftur skulu til hoyringar hjá Sameindu tjóðum, sigir LGBT í Føroyum.