Altjóða sálmakvøld í Christianskirkjuni

Í gjárkvøldið beyð Christianskirkjan til altjóða sálmakvøld – hetta sum partur av “Summarvikuni” upp til Summar Festivalin.
 
Marjun Lómaklett, prestur, verður litturgur og hevði stutta andakt bæði á einskum og á føroyskum.
 
Klaksvíkar Hornorkestur spældi eisini undir til onkrar av ensku sálmunum – og tá ið endað varð við Amazing grace, reistust fólk í kirkjuni og sungu væl við.
 
Tað mundi vera nærri 200 fólk til hetta frálíka tiltakið, sum vónandi er komið fyri at verða.
 
Kirkjuráðið bjóðaði til ein drekkamunn í kirkjukjallaranum aftaná sangløtuna.
 
Ein frálík løta í eini frálíkari kirkju, har fólk hevði leitað sær víða frá til sálmaløtuna – eisini onkur, ið komin var higar við kampingvogni og báti.