Altjóða óroyndur dómari dømir dystin Víkingur-Gent

Tað verður ein ungarskur dómari, ið fer at leiða dystin í Conference League millum Víking og KAA Gent

Í annaðkvøld klokkan 18.45 spælir Víkingur seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík móti belgiska liðnum, KAA Gent. Gent vann fyrra dystin 4-1.

 

Tað verður 33 ára gamli ungarin, Mihály Káprály sum verður høvuðsdómari.

 

Mihály Káprály hevur ógvuliga fáar altjóða royndir. Hann hevur bara dømt ein dyst higartil í einari undankapping í einari evropeiskari kapping fyri felagslið.

 

Tá føroyska U21-landsliðið spældi javnleik 1-1 móti Norðurmakedonia í einum EM-undankappingardysti við Djúpumýru i Klaksvík 7. oktober í 2021 var Mihály Káprály fjórði dómari, so hann kennir vøllin við Djúpumýru.

 

VÍKINGUR (FRO) [1-4] KAA GENT (BEL)

Dómari: Mihály Káprály HUN

Hjálpardómari 1: István Albert HUN

Hjálpardómari 2: Gergő Vígh-Tarsonyi HUN

Fjórði dómari: Ferenc Karakó HUN

UEFA dómaraeygleiðari: Juan Antonio Fernández Marín ESP

UEFA umboð: David Moran IRL