Altjóða kvinnudagur er í dag

Tað var í sambandi við kvinnudagin í 1975, at ST lýsti dagin at vera altjóða kvinnudagur.

Tað var í sambandi við kvinnudagin í 1975, at ST lýsti dagin at vera altjóða kvinnudagur.

 

Men sum kvinnudagur er 8. mars nógv eldri enn so. Tað var Clara Zetkin, sum á einum stórum kvinnufundi, sum Soscialistiski Internationali skipaði fyri í Keypmannahavn í 1910, setti fram hugskotið um at hava eina altjóða kvinnustríðsdag.

 

Kravið um kvinnudagin varð nevnt í yvirlýsingini frá fundinum hjá Socialistiska Internationala. Sagt varð, at dagurin skuldi haldast í øllum londum, og í fyrstu syftu skuldu dagurin brúkast at virka fyri valrætti hjá kvinnum.

 

Fýra høvuðsevni vórðu vald:

• Rætturin hjá kvinnum at sleppa á val

• Stríðið fyri krígsvandanum

• Stríðið fyri umsorkan av mammum og børnum

• Stríðið ímóti príshækkingum.

 

Fleiri orsøkir eru til, at valið fall á 8. mars sum kvinnudag:

 

– Í 1857-58 var verkfall hjá amerikanskum klædnaarbeiðarum. Kvinnurnar stríddust tá fyri somu løn til kvinnur sum menn.

 

– Í 1917 var russisk kvinnumótmælisgonga 8. mars. Summi síggja hesa sum byrjan til russisku kollveltingina.

 

– Sosialistiskar kvinnur í New York mótmæltu 8. mars í 1908 fyri kvinnurættindum.

 

– Fyrstu árini vórðu ymsir dagar valdir at hátíðarhalda kvinnudagin. Men fyri at arbeiðandi kvinnu skuldu kunna vera við, var dagurin ofta hildin leygardag. Í 1914 vóru serliga stórar mótmælisgongur. Tá varð dagurin hildin 8. mars.

 

Dagurin 8. mars var endaliga fastlagdur á fundi hjá Kommunistiska 3. Internationala í 1921.

 

Í 20'unum og 30'unum varð dagurin mest hildin sum ein sosialistiskur kvinnudagur, har borgarligu kvinnurørslunar ikki vóru við. Eftir seinna heimsbardaga var heldur minni gjørt burturúr. Men í 1974 tóku kvinnurørslur siðin uppaftur – og við kvinnuárinum, sum ST lýsti 1975 at vera, varð dagurin endaliga lýstur sum altjóða kvinnustríðsdagur.