Badmintonsambandið og Havnar Badmintonfelag skipa um vikuskiftið fyri Tórshavn Open. Hetta er partur av fyrireikingunum til Oyggjaleikir, og við í kappingini eru spælarar úr bæði Danmark og Íslandi umframt Føroyum.
Byrjað verður í dag klokkan 17, og í morgin verður lagt fyri klokkan 10.
- Fyri at geva landsliðnum best møguligu fyrireikingina, hava vit saman við Havnar Badmintonfelag gjørt av at skipa fyri eini altjóða kapping heima í Føroyum. Kappingin er soleiðis ein stór avbjóðing til okkara fremstu spælarar. Samstundis er hetta eisini ein møguleiki hjá áskoðarunum at síggja badminton á einum høgum støði, sigur Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandinum.