Í døgunum 25. til 30. september verður bólkur 9 í EM-undankappingini fyri U17-landslið við gentum spældur í Føroyum. Londini, ið luttaka, eru Føroyar, Noreg, Grikkaland og Italia, skrivar fsf.fo.
Luttakandi londini eru Føroyar, Italia, Grikkaland og Noreg. Fyrsti dysturin verður leiktur á Tórsvølli klokkan 13:00 hósdagin, tá Føroyar og Italia hittast.
Tað er ókeypis atgongd, og vónandi møta fólk fjølment at stuðla okkara gentum.
Dystarskráin:
Hósdagin, 25. september:
Kl. 13.00 Italia - Føroyar - á Tórsvølli
Kl. 18.00 Noreg - Grikkaland - á Tórsvølli
Leygardagin, 27. september:
Kl. 13.00 Noreg - Føroyar - á Tòrsvølli
Kl. 18.00 Grikkaland - Italia - á Tórsvølli
Týsdagin, 30. september:
Kl. 15.00 Føroyar - Grikkaland - á Svangaskarði
Kl. 15.00 Italia - Noreg - á Tórsvølli