Altjóða forseti vitjar í Føroyum

Altjóða Lions-forseti vildi eisini sleppa til Føroyar, nú hann er í hesum partinum av heimimum

Altjóða forsetin í Lions Club, Barry J. Palmer og konan Anne, eru í dag á vitjan í Føroyum.  Hetta er triðju ferð, at Føroyar fáa vitjan av einum altjóða Lions-forseta.

 

Barry J. Palmer er úr New South Wales í Avstralia og var á sumri í fjør valdur til forseta í Lions Club International á 96. ársfundinum, sum var í Hamburg.

 

Hann hevur verið limur í Lions síðani 1976, og er annars stjóri í einum fastognarfelag. Eisini kona hansara, Anne, hevur í mong ár verið limur í Lions.

 

Tey bæði komu til Føroya við flogfari í gjárkvøldið, men sjálv skráin fyri vitjanina byrjar ikki fyrr enn í dag, tá hann eitt nú skal vitja Fornminnissavnið, Norðurlandahúsið og Listaskálan, umframt at hitta umboð fyri Lions-klubbarnar í Føroyum.

 

Eisini støkkur hann inn á gólvið hjá Kaj Leo Johannesen, løgmanni, í Tinganesi, har ein biti verður at fáa, og seinnapartin vitjar hann eisini borgarstjóran í Havn, Heðin Mortensen.

Í kvøld verður samkoma, har Barry J. Palmer og konan Anne hitta føroyskar Lions-limir.

 

Vitjanin endar í morgin, tá ið Palmer-hjúnini fara av landinum aftur. Áðrenn tað, hitta tey umboð fyri Lions í Vágum og borgarstjórarnar í Vágum, Rósu Samuelsen og Suna Jacobsen, umframt Lions-limir í Vágum.

 

Hetta er triðju ferð, at ein altjóða Lions-forseti vitjar í Føroyum, tí í 1986 var Joseph L. Wroblewski á vitjan her og í 1993 James T. Coffey.

 

Vitjanin hjá Barry J. Palmer er ikki ein almenn vitjan, men nú hann er staddur í hesum partinum í heiminum, vildi hann eisini sleppa til Føroyar.