Altjóða dagur hjá ferðafugli: Tað gongur illa við lomvigu

Leygardagin hin 8. mai var tað, tey rópa World Migratory Bird Day, har sjóneyka verður sett á ferðafugl víða um lond.

 

 

 

Dagurin verður brúktur sum upplýsingarátak, og í Grønlandi valdi sjálvstýrið at seta ljóskastaran á umstøðurnar hjá lomviga í landinum. Og tað gongur ikki væl við lomviga í Grønlandi, men heldur illa, hóast avmarkingar í veiði hava verið galdandi síðan 2009. 

 

Grønlendski landsstýrimaðurin í fiskivinnu-og veiðimálum, Aqqaluaq Biilmann Egede, hevur valt at varpa ljós á støðuna hjá lomvigu í Grønlandi á altjóða degnum, ið hevur til endamáls at upplýsa um tørvin á verju av ferðafugli og teimum økjum, har fuglurin reiðrast.

Sermitsiaq veit at siga, at lomvigarstovnurin í Grønlandi framvegis er illa fyri og er framhaldandi í minking á plássum, har fuglurin reiðrast. Alt bendir á, at minkingin hevur sína orsøk í broyttum veðurlag,  men eitt stórt veiðitrýst eigur ivaleyst eisini sín lut í hesum, sigur landsstýrismaðurin, Aqqaluaq Biilmann Egede, í tíðindaskrivi á altjóða degnum.

Lomvigi nørist seint, og tískil er neyðugt við lívfrøðiligari ráðgeving, so veiðan verður so burðardygg sum gjørligt. Biologar á Náttúrustovninum halda neyvt eyga við búfuglastovninum og ráðið, sum umsitir fiskivinnu-og veiðimál í Grønlandi, sigur, at minkingin í búfuglastovninum hevur verið stór síðan 1990.

- Størsta afturgongdin sæst í smærru stovnunum við Upernavík, Diskovíkini, Suðurgrønlandi og við Ittoqqortoormiit, har stovnurin síðan umleið 1990 er minkaður við heili 62-74 prosentum.

- Lond í Norðuratlantshavi, sum hava felags lomvigastovn við Grønland, eru eisini órógvað av støðuni. Tí stuðlar sjávstýrið einum átaki til ein fund við grannalondini, har hugskotið er møguliga at gera eina felags avtalu um umsiting av felags lomvigastovninum.

Landsstýrismaðurin, Aqqaluaq Biilmann Egede, sigur, at tíðin fer at vísa, um grundarlag er fyri felags umsitingaravtalu millum londini.

- Í samband við World Migratory Bird Day 2021 og núverandi støðuna hjá lomviga í Grønlandi, verður lagt upp til, at vit í felag taka ábyrgd og ansa eftir lomviganum við eitt nú at vísa varsemi í veiði og harvið tryggja grundarlagið undir stovninum, sigur landsstýrismaðurin.

Sermitsiaq leggur aftrat, at altjóða dagurin hjá ferðafugli verðu hildin hin 8. mai og hin 9. oktober.

 

##med2##