Tíðindaskriv:
Í ár verða 60 pør, sum spæla við í Tórshavnar Bridgefestivali, sum er nógv størsta bridgekapping í Føroyum og einasta afturvendandi altjóða kapping her. Helvtin av teimum 60 pørunum eru útlendingar – flestu úr Íslandi.
Høvuðskappingin verður fríggjakvøldið og leygardagin í Dansifrøi í Havn. Tá vera spæld umleið 100 spøl – í miðal brúka bridgespælarar einar sjey minuttir um hvørt spælið. Kappingin er skipað, sum parakapping, so endaligi vinnarin verður tað parið, hevur brúkt hendur og heila skilabest. Og avbjóðing er tann sama hjá øllum, tí kortini eru blandaði áðrenn og øll sleppa at royna seg við somu kortum.
Enn hevur einki føroyskt par vunnið kappingina. Men Bogi Simonsen hevur vunnið fleiri ferðir, som við útlendskum spælarum. Í ár spæla Bogi Simonsen og íslendingurin Bjarni Hólmar Einarsson saman. Teir hava vunnið kappingin tríggjar ferðir.
Áskoðarar eru vælkomnir at vitja og seta seg við eitt borð at hyggja. Hóskvøldið er upphitingarkapping í Bridgehúsinum og sunnukvøldið er ein stutt endakapping.
Tilmelding til hesar báðar kappingarnar er enn opin.
Endurbøtandi ferðavinna
Í ferðavinnuhøpi verður nógv tosað um regenerativa ferðavinnu ella endurbøtandi ferðavinnu, har endamálið er at tey ferðandi hjálpa til at gera staðið tey vitja betri á ein hvønn hátt. Hetta sleppa útlendsku gestirnir eisini at gera á Bridgefestivalinum, í samstarvi við Skógrøkt landsins fara teir 120 bridgespælararnir at hjálpa at klippa og gera klárt at seta einar 500 stiklingar av føroyskum pálmapíli niður. Hetta er partur av arbeiðinum hjá skógrøktini at fáa trævøkstur aftur í Føroyum, og vera hesi stiklingar settir niður í næstum.
Føroya Bridgesamband saman við Jákupi Sørensen skipa fyri Tórshavnar Bridgefestivali, sum hevur verið síðani 2019.
##med2##
##med3##