Fyri tveimum vikum síðani vann NSÍ sera týdningarmiklan 2-0 heimasigur ímóti KÍ. Sigurin ber við sær, at NSÍ nú er greiður favorittur at vinna fjórða plássið og harvið atgongumerki til europeisku kappingina næsta summar.
NSÍ venjarin Trygvi Mortensen var aftur á vøllinum við Løkin í fyrrakvøldið. Síðstu vikuna hevur hann annars verið ferðaleiðari hjá U-19 landsliðnum, sum hevur verið í EM undankapping í Norðurírlandi.
-Vit eru sera fegnir um støðuna, sum vit nú eru komnir í. Uppgávan er tó ikki liðug enn. Vit hava nógv at spæla fyri í Gundadali, sigur Trygvi Mortensen.
Allir NSÍ spælararnir eru tøkir í dag.
Í HB fjala tey ikki yvir vónbrotið, sum tað var at tapa steypafinaluna, og at tað eftir øllum at døma eisini í landskappingini verða silvurkrónur, sum leygardagin fara at verða hongdar um hálsin á HB spælarunum.
Kortini hevur tað einki bilað í spælinum. HB hevur trivaligan 3-0 sigur í torføra útidystinum á Argjum í viðførinum, tá ið NSÍ kemur at vitja. Ta ferðina var Andrew av Fløtum trífaldur málskjútti:
-Vit fegnast um góðu gongdina. Hjá okkum er ikki annað at gera enn at vinna okkara dyst og so vóna, at talan verður um finalu í síðsta umfari. Men B36 hevur verið støðugt, og tað fáa vit einki gjørt við fyrrenn leygardagin, tá ið FM heitið møguliga longu er avgjørt, sigur Andrew av Fløtum.
Hjá HB er Poul Ingason tøkur aftur eftir leikbann, og hesaferð er Heini Vatnsdal leikbannaður.