Altjóðagerð og Føroyar

Hósdagin í næstu viku heldur Implementer-ltd. skeiðdag um altjóðagerð á Hotel Føroyum

ALTJÓÐAGERÐ

Altjóðagerð er á breddanum. Men hvat er altjóðagerð? Og er nakað nýtt?
Implementer heldur ein skeiðdag um altjóðagerð og teir møguleikar, avbjóðingar, fyrimunir, vansar og broytingar sum altjóðgerðin hevur fyri Føroyar, føroysku vinnuna, almenna geiran og føroyingin. Skeiðið setir sjóneykuna á Føroyar og alheimsgerðina.
Implementer er virkisráðgevingarfyritøka, og tí verður høvuðsdenturin lagdur á altjóðagerð og føroysku vinnuna. Millum evnini sum hugt verður eftir eru:

" Marknaðarføra Føroyar, møguleikar og at flyta mørk.
" Altjóða samfelagið og føroyska vinnan; formligu og óformligu bygnaðirnir.
" Hvat er virkisalheimsgerð?
" Føroyskar styrkir og føroyskir veikleikar: Útbúgvingar og útflutningur.
" Altjóðagerð og almenni geirin.
" Case studies: Altjóðagerð.
" Vørumenning á altjóða pallinum.
" Altjóðagerð: The Faroe Way.
" Samstarv millum privata og almenna geiran sum mátin at alheimsgera Føroyar.
" Knowledge base við altjóða føroyskum virkisroyndum.
" Uttanríkispolitisk handbók.
" Virtual World Trade Center  eitt samstarv millum almennu skipanina og vinnulívið.

Skeiðið er ætlað øllum, sum hava áhuga í altjóðagerð, altjóða vinnumenning, og í almenna geiranum í altjóða høpi.
Meira sæst á heimasíðuni www.implementer-ltd.com