Í samband við Altjóða yogadagin, sum verður hósdagin 21. juni, skipar Yoga.fo saman við Tórshavnar Kommunu fyri stórum yogadegi á rennibreytini í Havn.
Endamálið við tiltakinum er, at varpa ljós á kropsligu og mentalu fyrimunirnir við yoga, og at fáa fólk út at røra seg og hava eina hugnaliga løtu saman, siga fyrireikararnir.
Tiltakið byrjar klokkan 16.30, tá Annika Olsen, borgarstóri í Havn, sigur nøkur orð. Síðani verður yogavenjing saman við Praveen Satthi. Aftaná syngur Lea Kampmann og møguleiki er at fáa frukt og vant. Tiltakið er ókeypis.