POLITIKKUR
Ingi Rasmussen
Tíðin er ikki búgvin, at Føroyar og Grønland umboða danska ríkið í millumtjóða felagsskapum. Tað er støðan hjá donsku stjórnini, gongur fram av einum svari hjá Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharra til Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmann fyri Tjóðveldisflokkin.
Tað var tá Fólkatingið varð sett, at forsætisráðharrin segði donsku stjórnina verða sinnaða at viðgera eina skipan, har »det færøske og det grønlandske landsstyre bliver bemyndiget til at handle på rigets vegne i sådanne mellemfolkelige anliggender, der alene angår Færøerne henholdsvis Grønland«, sum hann málbar seg.
Við støði í hesum lyfti hevur Føroya Landsstýri søkt donsku stjórnina um, at Føroyar og Grønland upp á skift hava formansskapin í altjóða hvalaveiðinevndini IWC. Hesum hevur danska stjórnin síðan noktað.
Lógaruppskot fyrst
Málið undrar Tórbjørn Jacobsen fólkatingsmann, tí hann metir, at tað bara er í Føroyum og Grønlandi, at hvalaveiða hevur áhuga og yvirhøvur er aktuell í danska ríkinum. Hann setti tí forsætisráðharranum spurningar um, hví stjórnin ikki er gingin føroyska ynskinum á møti.
Forsætisráðharrin vísir í sínum svari á, at arbeitt verður við at gera eitt ítøkiligt lógargrundarlag, sum gevur heimastýrunum heimild at handla ríkisins vegna í altjóða spurningum, men arbeiðið er ikki liðugt enn, sigur hann.
Stjórnin ætlar at leggja málið fyri landsstýrini í Føroyum og Grønlandi. Síðan fer hon at leggja eitt lógaruppskot um nýskipan á økinum fram, og Fólkatingið fær soleiðis møguleikan at viðgera og taka støðu til eitt ítøkilig uppskot um at loyva heimastýrinum ein virknari lut í uttanríkispolitikki, sum annars er danskt málsøki.
Eisini danskt mál
Danski forsætisráðharrin er annars ikki samdur við Tórbjørn Jacobsen um, at tað bert er í Føroyum og Grønlandi, at tað er áhugi fyri hvalaveiði í danska ríkinum.
Í svarinum sigur hann, at eisini í Danmark og í Fólkatinginum er stórur áhugi fyri hvalaveiði. » Dette gælder såvel spørgsmålet om en bæredygtig udnyttelse af havets ressourcer som handelen med truede dyrearter,« sigur Anders Fogh Rasmussen forsætisráharri.