Altjóða veddingarfyritøkurnar trúgva framvegis ikki uppá KÍ

Nógvar av somu veddingarfyritøkunum sum høvdu Dinamo Tblisi sum greiðan favoritt hava Dundalk sum ein enn størri favoritt móti KÍ

KÍ sendi ein jarðskjálvta gjøgnum gjøgnum alt Fótbólts-Europa við at smildra georgiska meistaraliðið, Dinamo Tblisi 6-1 í 3. umfarinum í Europa League undankappingini.

Ótrúliga avrikið hjá KÍ á Tórsvølli ígjár hevur tó ikki rokkað nógv við altjóða veddingarfyritøkur, ið framvegis hava KÍ sum greiðan "Underdog".

Nógvar av teimum somu veddingarfyritøkunum, ið høvdu Dinamo Tblisi sum greiðan favoritt til at vinna á KÍ hava Dundalk sum enn størri favoritt at vinna á KÍ aftaná vanliga leiktíð í Play Off dystinum, ið verður leiktur í Dundalk komandi hóskvøld klokkan 18.

Níggju veddingarfyritøkur eru longu úti við oddsum uppá dystin millum Dundalk og KÍ, og hægstu oddsini ein kann fáa uppá sigur til Dundalk aftaná vanliga leiktíð er 1,45. Lægsta oddsið uppá sigur til Dundalk aftaná vanliga leiktíð er 1,33.

Lægstu oddsini uppá sigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð eru 5,70. Hægstu oddsini uppá sigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð er 7,00.

Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð liggja millum 4,45 og 5.00, so veddingarfyritøkurnar hava ikki nógva tiltrúgv til KÍ, men tað fer uttan iva at passa Mikkjali Thomassen og spælarunum hjá KÍ fínt, at ein undirmetan liggur í luftini.

Her eru oddsini hjá teimum níggju veddingarfyritøkunum: 

Veddingarfyritøkur1x2
10BET  1.34 4.60 5.90
1xBet  1.45 4.50 6.20
Betclic  1.42 4.67 6.30
Betfair  1.33 4.75 6.00
Betsafe  1.40 5.007.00
Betsson  1.40 5.007.00
ComeOn  1.32 4.45 5.70
Interwetten  1.43 4.70 6.25
William Hill 1.404.506.00
Gjøgnumsnitsodds:1.394.696.26