Universiteti í Keypmannahavn skipar í døgunum 10. til 12. mars fyri eini vísindaligar ráðstevnu um veðurlagsbroytingar. Ráðstevnan er skipað sum eitt felags átak við níggju onnur granskingar-universitet í ‘International Alliance of Research Universities.’ Úrslitini, ið verða løgd fram á ráðstevnuni, verða brúkt í arbeiðinum hjá ‘Intergovernmental Panel on Climate Change’ (IPCC). Ráðstevnan er undangongu ráðstevna fyri risastóru ST-ráðstevnuni um veðurlagsbroytingar, sum verður hildin í Keypmannahavn í november – desember í 2009, sigur Granskingarráðið.