Hetta framgongur av seinasta dómarayvirlitinum, sum er sent frá evropeisku flogbóltssamgonguni.
Talan er um dystir í undankappingini til Top Teams Women, og verða dystirnir her spældir í Engelhom í Svøríki. Hesir dystirnir vera á skránni fyrst í næsta ár.
Dystirnir, sum Jan saman við estlendska dómaranum skal døma, eru teir, sum vertirnir úr Engelholm skulu spæla í undankappingini.
Hini liðin í kappingin eru Durres úr Albania, Markopoulo úr Grikkalandi og SLSP Bratislava úr Slovakia.










