Edmund Joensen, løgtingslimur, fólkatingslimur og fyrrverandi løgmaður fyri Sambandsflokkin, roynir nú at sáa iva um álitið á føroyska fíggjarkervið og á føroyskar myndugleikar í sambandi við, at landsstýrið fer at taka fulla ábyrgd av føroyskum fíggjarrætti.
Hetta ber tíverri boð um eina politiska framferð, ið hoyrir eini farnari tíð til.
Tíðin átti langt síðani at vera farin frá, at føroyskir politikarar støðugt gera Føroyar til ein avbyrgdan og tilafturskomnan útjaðara í Danmark og halda seg fáa politiskan vinning í Føroyum av at ræða føroyingar frá at hava álit á, at vit megna at taka ábyrgd og samstarva við onnur á jøvnum føti í altjóða samfelagnum.
Framferðin hjá Edmundi Joensen byggir helst á ta misfatan, at ongin heimur er uttanfyri føroyska heimastýrið, og tískil gevur hann sær neyvan far um, at hann kann skaða altjóða umdømi Føroya við slíkum útsagnum.
Tá ein fyrrverandi løgmaður og núverandi løgtings- og fólkatingslimur fer út við ógrundgivnum uppáhaldum í onkrum innanhýsis partapolitiskum spæli í Føroyum, verður tað eisini lisið og sæð í útheiminum.
Sakligar atfinningar bera fram
Altjóða umdømi Føroya eigur at gerast ein felags søk – hóast tær ósemjurnar, ið vit hava og fara at hava í føroyskum politikki. Tað er alneyðugt, um føroyska samfelagið skal mennast og gerast kappingarført í heiminum.
Tað merkir ikki, at Edmund Joensen ella onnur skulu gevast at finnast at landsstýrinum ella koma við øðrum uppskotum um, hvussu viðurskiftini skulu skipast.
Tað merkir bert, at atfinningarnar mugu vera ítøkiligar og sakligar og vísa á, hvussu vit megna at liva upp til hægstu altjóða krøv og at skapa álit á okkara skipanum. Og tað verður ríkiligt høvi at viðgera hesar spurningar, tá ítøkiligt uppskot kemur frá landsstýrinum at taka støðu til.
Málið hjá landsstýrinum er greitt: Í okkara fyrisiting, lógarverki og eftirliti skulu vit fylgja hægstu altjóða standardum, og vit skulu somuleiðis lata okkum meta og eftirmeta av altjóða stovnum til tess at liva upp til altjóða bindingar og krøv.
Tí er mín vón at Edmund Joensen ella formaður Sambandsfloksins rætta útsagnirnar. Tí eg havi álit á, at ongin hevur áhuga í at velja partapolitisk spæl fram um altjóða umdømi Føroya – ið hevur týdning fyri alla vinnu, mentan og einstaklingar í Føroyum.