Fyrsta grein av fimm
Altjóða heilsufelagsskapurin, World Health Organisation, WHO tók í síni tíð stig til alheims tubbaksfrían dag (World No Tobacco Day). WHO hevur ásett, at 31. mai á hvørjum ári skulu serlig tiltøk verða sett í verk, fyri á ein serligan hátt at gera vart við tær menniskjaligu og búskaparligu fylgjurnar av tubbaksnýtslu.
Fyribyrgingarráðið vil, saman við altjóða heilsufelagsskapinum WHO eggja fólki til at halda heimini og arbeiðsplássini roykfrí í ein dag. Gongur tað fyrst væl ein dag, hví so ikki fleiri dagar. Ætlaði tiltøk í ár eru:
Legg-av pakkar: Meira enn 800 vórðu keyptir seinasta ár - ein góð bending um, hvussu álvarsliga nógv fólk hugsa um at leggja av.
Klipp ein seðil út, sum verður í bløðunum í vikuni frá 21. mai, og nýt hann til at keypa ein pakka fyri 25 kr. á apotekum kring landið.
Hetta er ein týdningarmikil sparing á kostnaðinum á nikotin tyggigummi, sum er viðlagt. Við í pakkanum eru eisini upplýsingar um, hvussu tað letur seg gera at leggja av at roykja við góðum úrsliti.
(Apoteksverkið og Klaksvíkar Býráð stuðla, saman við Fyribyrgingarráðnum hesum tiltaki).
Barna teknikapping: Fyribyrgingarráðið letur 3 vinningar á 500 kr. til vinnarar, sum tekna eitt upprunaligt ikki-roykja merki.
Luttakararnir verða býttir í tríggjar aldursbólkar - upp til 7 ár, 7-10 ár og 10-14 ár.
Eitt roykfrítt heim átak: Eitt ókeypis borðskelti verður latið við hvørjum keypi á apotekum vikuna frá 28. mai. Fólk kunnu nýta tey at gera heim teirra roykfrítt 31. mai. Roykfrí heim verja heilsuna hjá øllum, serliga okkara børnum. Hygg eftir sannroyndum um óvirkna royking á baksíðuni á skeltinum. (Klaksvíkar Býráð stuðlar hesum tiltaki saman við Fyribyrgingarráðnum)
Fyribyrgingarráðið hevur fyrireikað eina røð av greinum í sambandi við tiltøk, sum verða Altjóða Tubbaksfría Dagin - 31. mai. Tey verða at síggja tær næstu tvær vikurnar og fevna um eitt úrval av tubbaks umrøðuevnum.