Altjóða talvkapping sett

Týsdagin setti borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen, talvkappingina 2nd Klaksvík Kjølbro Heilsøla International. Ein talvkapping, har altjóða meistarar telva móti føroyskum telvarum. Harumframt er eisini ein unglingakapping millum føroyskar telvarar

Sum navnið á kappingini sigur, so er hetta onnur kappingin av slíkum slagi. Hin var um sama mundi í fjør, og onkrir av altjóða meistarunum ganga aftur. Til dømis er vinnarin av kappingini í fjør, Kim Pilgaard við aftur í ár.
Kappingin í ár verður skipað eftir sama leisti sum í fjør. Tað vil siga, at tað verður telvað tvær ferðir um dagin. Kl. 10 og kl. 15. Men tó so er tað galdandi fyri allar telvararnar, at teir skulu hava minst seks stig út av níggju møguligum fyri at ogna sær ein IM norm. Eitt annað sum er nýtt í ár er, at nú ber til at fylgja hvørjum einstaka talvinum á netinum.
Rani Nolsøe hevur fyrireikað hesa kappingina, og hann fegnast um hendan møguleikan at kunna leggja hvønn einstaka leikin, ið verður fluttur, beinleiðis út á netið.
Í sambandi við at kappingin varð sett týsdagin, varð hetta víst fram. Altjóða dómarin, Mogens Nielsen og nýggi formaðurin í Talvsambandi Føroya, Andreas Ziska, tóku eitt snartalv, meðan hini, ið hjástødd vóru, fóru í eitt annað rúm at hyggja, hvussu leikur fór fram á netinum.
Tá talvið var liðugt var kappingin sett við at borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen, flutti fyrsta leik hjá Kim Pilgaard, og so var klárt at fara í gongd.

Ongin altjóða meistari
Til hetta fyrsta talvið var tað bert Hans Christian, sum telvaði í móti útlendingi. Rani Nolsøe sigur, at Hans Christian var óheppin og tapti.
? Hann kundi havt fingð remis, sigur Rani.
Hinir fýra føroyingarnir telvaðu hvør í móti øðrum, og tað endaði við at Heini og Ólavur vunnu síni talv.
Afturat hesum talvunum var eisini unglingatalv. Hetta hava tey gjørt fyri at tey ungu eisini skulu hava ein møguleika til at luttaka í hesi kappingini.
Telvararnir skulu sum sagt telva tvey talv um dagin frá nú av og inntil kappingin endar leygardagin. Ongin av føroysku luttakarunum hava møguleika til at gerast altjóða meistari, tí til tað krevjast tríggir IM normar. Men so harafturímóti so kunnu teir ogna sær ein IM norm og harvið gerast nærri einum altjóða meistaraheitið.