Altjóða talvkapping í Løkshøll í morgin

Átta útlendskir stórmeistarar verða millum teir 27 telvararnar í kappingini

Í morgin byrjar altjóða talvkapping í Løkshøll í Runavík. Hetta er tann triðja Runavík Open, sum Talvsamband Føroya og Runavíkar Kommuna í felag skipa fyri.

 

Átta útlendskir stórmeistarar eru millum teir 27 telvararnar í kappingini. Teir eru helvt um helvt føroyingar og útlendingar.

 

Synd er at siga, at okkara bestu telvarar eru væl umboðaðir í kappingini. Bara tveir av fremstu fjøruti telvarum í Føroyum eru við. Talan er um brøðurnar Rógva og Høgna Egilstoft Nielsen úr Sandavági. Teir eru nummar 2 og 3 á føroyska styrkilistanum.

 

Høgni kann tryggja sær heitið sum altjóða meistari við góðum úrsliti í kappingini. Eldri bróðirin, Rógvi, hevur ein IM-norm frammanundan, og fer í hesari kappingini ivaleyst at dyrgja eftir øðrum norminum.

 

Tað er heldur enn ikki hugstoytt hjá fyriskiparum, at so fáir av okkara fremstu telvarum ikki leggja meira fyri, nú eitt kærkomi høvi er at sleppa at royna seg móti sterkum mótstøðumonnum í kapping í Føroyum.

 

Fimm telvarar í Runavík Open í ár hava hægri styrkital enn 2500. Teir sterkastu hava 2550 - júst sama styrkital, sum føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska hevur. Helgi var við í teirri fyrstu Runavík Open í 2016, tá hann júst var vorðin stórmeistari, men hann var ikki við í fjør, og ei heldur í ár.

 

Kappingin byrjar mánadagin 12. november, og endar sunnudagin 18. november.

 

Meira um Runavík Open sæst her.