Fótbóltur
Eftir 4-1 sigur til sviarnar í fyrra dystinum var spenningurin burtur, tá HB leygardagin spældi seinna Intertoto-dystin móti Elfsborg. Men tað forðaði ikki HB í at levera eitt av betru avrikum sínum seinastu vikurnar.
Á spildurnýggja graslíkinum í Borås Arena hevði HB eitt útgangsstøði, ið var nakað nógv varligari, enn tað var í heimadystinum. Setningurin var heilt greitt at halda sviunum frá teimum stóru málmøguleikunum, og fyri tað nógva eydnaðist ehtta eisini. Móti dystarenda hevði HB eisini einstakar vandamiklar kontraatsóknir, hóast teir hesa løtuna spældu undirmannaðir, eftir at Kári Nielsen tvær ferðir hevði fingið gula kortið frá dómaranum.
Hálvum misnøgdur
Eftir dystin hevði Rás2 orðið á Jákup á Borg, og hann var væl nøgdur um avrikið, sum HB sýndi í dystinum.
- Í verjupartinum stóðu vit okkum sera væl. Serliga í fyrra hálvleiki, har teir einans hava onkrar deyðbóltar. Og vit hava eisini okkara møguleikar, sum allir komu í opnum spæli.
- Eg veit ikki, um eg skal siga, at eg eri ónøgdur, men tað er eitt sindur løgið at hava spælt á útivølli í Europa, og so vera hálvgum misnøgdur um úrslitið.
Um ávirkanina, sum dysturin kann hava á HB, helt Jákup, at hetta kann ávirka rætta vegin.
- Nú eru vit langt aftan fyri EB/Streym á stigatalvuni, so teir hugsa vit ikki um enn. Men eg haldi, at avrikini seinsatu tíðina hava verið betri. Vit hava verið meira disciplineraðir í spælinum, og har eru fleiri lutir, sum venda rætta vegin. Enn er tó langt eftir á mál, áðrenn vit kunnu verða nøgdir, so lat okkum nú síggja, hvussu leikur fer. Men hetta er í øllum førum eitt stórt fet rætta vegin, segði Jákup á Borg eftir dystin.










