Fyri fyrstu ferð hevur ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, tosað um at styðja tær demokratisku kreftirnar, sum royna at fella egyptiska forsetan, Hosni Mubarak. Men samstundis vil hann hava altjóða samfelagið at tryggja, at tað komandi stýrið í Kairo fer at halda friðaravtaluna, sum er millum Egyptaland og Ísrael.
Í einari fráboðan sigur Netanyahu, at hann vónar, at tey frælsu og demokratisku virðini vinna fram í Miðeystri, men hann leggur afturat, at skuldi eitt víðgongt stýri komið ístaðin fyri Mubarak, kann úrslitið gerast eitt bakkast fyri frið og demokrati, eins og tað bleiv í Iran og aðrastaðni.
-Eftir okkara áskoðan, eigur altjóða samfelagið at krevja, at tað egyptiska stýrið, sama hvat tað verður, skal varðveita friðarsáttmálan við Ísrael, sigur Benjamin Netanyahu.
Friðarsáttmálin millum Ísrael og Egyptaland er frá 1979.