Altjóða sáttmálar og altjóða frælsi

Vit arbeiða við at gerða sáttmála við Ísland sum telur 260.000 fólk viðvíkjandi teim fýra frælsunum, sum vit altíð tosað um, tá talan er um ES

Hesi frælsini eru sum kunnugt »frælsur handil av vørum, tænastum, kapitali, og fólki« gevi Løgmanni rætt at hettar er týdningarmikið stig á leiðini at økja okkara heimamarknað, og fari eg at heita á Løgmann um ikki at loyva Íslendingum at lata henda sáttmála galda fyri alt uttan fiskavørur, nú íslendingar fáa loyvi frá okkum eitt nú at keypa almennar fiskivinnufyritøkir, so er tað ikki annað enn rímiligt at Føroyskar fyritøkir hava somu møguleikar í Íslandi, sum Íslendskar fyritøkir fáa í Føroyum.
Tá tað er av týdningi at fáa tey fýra frælsini við Ísland, sum telur 260.000 fólk, hvussu kunnu vit so siga at vit hava ein góðan sáttmála við ES, sum skjótt telur 450 milliónir fólk, hvar tann sáttmálin einki av hesum frælsunum hevur, bert fríðan handil fyri ávísar vørubólkar, sum ikki metast at hótta ES virkir, grundgevingin at teir fara avstað við rávøruni heldur ikki, eftirsum ES virki keyptu uml 50.000 av rundum fiski úr Føroyum í fjør og er hetta met, og at meginparturin av øðrum, sum fiskað var undir Føroyum, fór sum hálvfabrikata ella Ídnaðarvøra, so vit kunnu av røttum siga at ES virki í løtuni fara avstað við Føroysku rávøruni og Føroyskum arbeiðsplássum, eg vóni at vit í framtíðini fara at góðtaka realitetirnir um at gerðast partur av Evropa innan alt ov leingi.