Altjóða Sálarheilsudagur og tiltak fyri ung

Sinnisbati, Megna títt lív, Liv Lívið og Øll Hava Rætt til Góð Barnaár, hjá Bláa Krossi samstarva um tiltak fyri ung millum 15 og 30 ár. Tiltakið hevur fingið heitið ”Grótið” og verður týskvøldið 8. oktober klokkan 20 í Skjólinum, Kongagøtu 8 í Tórshavn

Tiltakið er skipað í samband við Altjóða Sálarheilsudagin, sum verður tann 10. oktober, og sum eitt ABC tiltak. Endamálið er at vísa á týdningin av at vera saman í felagsskapi og práta opið um nøkur av teimum evninum, sum kunnu vera ring at seta orð orð. 

Kvøldið byrjar við einum uppleggi frá einum ungum persóni, sum fer at greiða frá um einsemi. Eisini verður prátað um, hvussu til ber at hjálpa einum vini, um viðkomandi hevur tað torført. Her verður serliga hugsað um ta sálarligu fyrstuhjálpina.

Ragnar Finsson fer at spæla nøkur løg.
Eisini verður okkurt leskiligt at eta.

Øll ung millum 15 og 30 ár eru vælkomin. Møguleiki er eisini at taka eitt systkin ella ein vin við, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tiltakið er ókeypis.