Næsta leygardag verður altjóða ruddingardagur í Klaksvík.
Tá verður nevniliga International Volunteer Day, sum er eitt tiltak Integratiónsnevndin í Klaksvíkar hevur tikið stig til, og har tilflytarar fara at rudda og fríðka um býin.
- Talan er um ein sjálvbodnan arbeiðsdag, har endamálið fyrst og fremst er at geva tilflytarum ein møguleika at gera sjálvboðið arbeiði í nýggja heimbýnum, siga tilflytararnir. Men annars leggja fyrireikaarnir dent á, at øll eru vælkomin at vera við til at rudda.
- Í Integratiónsnevndini hava vit spurt, hvat vit kunnu gera fyri kommununa, heldur enn bert at spyrja, hvat kommunan kann gera fyri okkum, sigur Kinga Eysturland, limur í Integratiónsnevndini.
Hon leggur dent á, at hetta seinasta árið hevur Klaksvíkar kommuna gingið á odda fyri at fáa útlendingar samansjóðaðar í samfelagið.
- Eitt nú hava fleiri tilflytarar arbeitt sjálvboðið á dagstovnum, eins og teir hava skipað fyri altjóða kafé og øðrum tiltøkum, har tilflytarar eru komnir í samband við føroyingar - og aðrar tilflytarar.
- Vit hava sæð nógvar góð úrslit av integratiónsfremjandi átøkunum, og nú vilja vit geva okkurt aftur, sigur hon.
- Vit vilja vísa samfelagnum, at vit ikki bert taka ímóti, men at vit eisini eru til reiðar at geva okkara íkast, sigur Kinga.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar, heldur, at hugskotið um ein sjálvbodnan ruddingardag er eitt greitt dømi um góða andan, sum er ímillum kommununa og tilflytararnar í býnum.