- Vit vita, hvat tað merkir at vera fullkomiliga tengd at havinum. Tí eiga vit í norðurlondum at standa saman í altjóða samfelagnum sum havsins sendiharrar. ?Síðan tíðarinnar morgun hevur havið givið okkum stórar avbjóðingar og tikið okkara kæru frá okkum. Samstundis er havið okkara lívsgrundarlag og samband til umheimin. Havið er okkara lagna...?
Soleiðis byrjaði Jørgen Niclasen, samstarvsráðharri í norðurlandamálum, í gjár røðu sína undir ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Stokkhólmi.
Føroyar hava tikið stig til, at havið verður ein av yvirskriftunum í norðurlendska samstarvinum, sum Danmark hevur formansskapin fyri í 2010.
Jørgen Niclasen heldur, at orðaskiftið um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum í norðuri ofta er merkt av vantandi tilvitan um, at vit eru nøkur fólk, sum liva av havinum.
- Hetta er eitt stórt hav, ið skal verjast. Norðurlond mugu í felag vísa umheiminum, at hesi øki og havið millum tey er grundarlagið fyri lívi og virksemi hjá fólkinum her um leiðir, segði hann.
Í hesum sambandi verða Føroyar vertir fyri altjóða ráðstevnu á politiskum stigi við heitinum Seas the Future, og málið við ráðstevnuni er at styrkja norðurlendska samstarvi um havið.
Ráðstevnan verður í Føroyum í døgunum 5. til 7. oktober í 2010.
- Vit vita, hvat tað vil siga at vera fullkomiliga tengd at havinum. Tí eiga vit í norðurlondum at standa saman í altjóða samfelagnum sum havsins sendiharrar, soleiðis at vit tryggja okkara og heimsins spískamar, segði Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum.