Komandi mikudag, 10. oktober 2007, er Altjóða Psykiatridagur. Dagurin verður hildin kring allan heimin - og eisini hjá okkum verða fleiri tiltøk. Ljós verður varpað á støðuna hjá psykiatri?ini í Føroyum og hvat gerast skal fyri betra um umstøðurnar á hesum øki Flestu tiltøkini verða í Tórsgøtu í Havn, men dagurin byrjar kortini longu fyrrapartin kl. 10 við fótbólti á niðara vølli í Gundadali, samstundis sum ALV-kaféin bjóðar besta kaffi í býnum fram til kl. 18.
Seinnapartin kl. 16 verður Posthúskjallarin karmur um setanina av Altjóða Psykiatridegnum, har Tórmóður Stórá, frá Psykiatriska deplinum, og Soffi Egholm, forkvinna í Sinnisbata, fara at seta dagin.
Á Hvonn bjóðar hugnaliga kaféin løtt og leskilig tilboð frá kl. 16 til 22. Listaframsýningin ?Undirverk? byrjar kl. 16.30 í Posthúskjallaranum, samstundis sum Løkjukafé?in bjóðar ?mat til hjartað?.
Frá kl. 17 verður kunning um viðgerðar- og virknistilboð í Miðlahúsinum. Um somu tíð letur Cippo dyrnar upp fyri tónleiki við ?Sóleyga? o.ø., og á Hvonn verður sokallað ?Hvonnløta? kl. 17.30 við tónleiki v/ Mirjam L. Nattestad, og yrkingar verða lisnar v.m.
Seinni um kvøldið, kl. 19, verður skipað fyri Trapputingi í Miðlahúsinum, har landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, fer at greiða frá ætlanunum um framtíðar psykiatri í Føroyum. Umboð fyri allar teir politisku flokkarnir luttaka í orðaskiftinum. Trapputingið leggur upp til kjak og høvi verður eisini at seta spurningar.
Samstundis, sum Trapputingið er, verður filmurin ?Elling? sýndur í Cippo. Eftir Trapputingið í Miðlahúsinum umleið kl. 21.30 verður ein ?Hvonnløta? við Lenu Andersen.
Tiltøkini, sum øll eru almenn, verða í og kring Tórsgøtu í Havn mikudagin 10. oktober frá kl. 16 til 22 - og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað eru Sinnisbati, Psykiatridepilin, Stuðulstænastan og Alv, sum saman skipa fyri tiltøkunum Altjóða Psykiatridagin.