Altjóða oljufólk á ráðstevnu í Havn

Týsdagin og mikudagin verður stór altjóða oljuráðstevna hildin í Norðurlandahúsinum við luttøku av umleið 160 fólkum. Talan er um granskarar og serfrøðingar innan oljuleiting og her serstakliga innan jarðfrøði og jarðalisfrøði. Endamálið er at skapa eitt forum fyri fólki, sum arbeiða við oljuleiting á Føroyaøkinum

Ráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo



Í mai 2004 skipaði Jarðfeingi (tá: Jarðfrøðisavnið) fyri tí fyrstu Faroe Islands Exploration Conference (FIEC). Hetta eydnaðist sambart heimasíðuni hjá Jarðfeingi so væl, at Jarðfeingi hevur gjørt av at skipa fyri hesari ráðstevnu annað hvørt ár. Í ár verður ráðstevnan hildin í Norðurlandahúsinum í døgunum 11. til 13. september.((Faroe Islands Exploration Conference er ein teknisk ráðstevna, har vísindafólk greiða frá sínum granskingarúrslitum, ið eru viðkomandi fyri kolvetnisleiting á føroyska landgrunninum, fyri javnlíkum. Á seinastu ráðstevnu vóru tað umboð fyri oljuumsitingar, granskingarstovnar og oljufeløg, sum løgdu fram.
Komandi ráðstevna er nakað víðkað, soleiðis at hon nú byrjar mánadag (11. september) við einum sokallaðum field trip, har Jarðfeingi skipar fyri einum túri, hvørs endamál er at hyggja eftir føroysku jarðfrøðini. Aftaná field trip verður ein móttøka (Icebreaker) á Føroya Náttúrugripasavni.((Týsdagin byrjar sjálv ráðstevnan við fyrilestrum allan dagin. Um kvøldið verður skipað fyri einum students evening, har roynt verður at skapa samband millum føroysk jarðfrøðislesandi og møguligar arbeiðsgevarar.
Mikudagin heldur ráðstevnan áfram við fyrilestrum, og um kvøldið verður almenni ráðstevnudøgurðin á Hotel Føroyum.((Í sambandi við komandi ráðstevnuna er avtala gjørd við Sindri um, at Sindri skipar fyri eini ráðstevnu 14. september, sum er dagin eftir FIEC06. Endamálið við hesum degnum er, at tey, ið hava fingið granskingarverkætlanir stuðlaðar gjøgnum Sindri, leggja fram síni úrslit fyri almenninginum. Jarðfeingi skipar fyri Sindri-ráðstevnuni vegna Sindri.((Ráðstevnan hevur egna heimasíðu við nærri upplýsingum um skrá, tilmelding og tiltøk annars.

Ráðstevnan í ár fer at seta fokus á oljuleiting við Føroyar. Í hesum sambandi kann nevnast, at fyrilestrar vera um tær báðar boriverkætlaninar, sum verða í 2007 og 2008, nevniliga Williambrunnin og Anne Marie brunnin. Eisini verður greitt frá Rosebankverkætlanini, har tað skulu borast tríggir avmarkingarbrunnar í næstum. Nógvir fyrilestrar eru um jarðfrøðilig viðurskifti og tær kanningar, sum bæði oljufólk og serkøn við lærdar háskúlar hava arbeitt við.

Talan er av sonnum um eitt sera gott avrik hjá Jarðfeingi, tí tað er ikki á hvørjum degi, at til ber at savna so mong professionell folk á hesum øki til eina ráðstevnu í Føroyum og sum entá hevur Føroyar sum focus.