Altjóða oljueygu hyggja móti Føroyum

Føroyskar fyritøkur marknaðarførdu tvær oljuráðstevnur, sum verða í Føroyum í januar og oktober næsta ár, á oljumessuni í Aberdeen herfyri

Oljumessa
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Nú um dagarnar varð altjóða oljumessa í Aberdeen. Aftur hesaferð varð luttøka úr Føroyum. Hóast bert fáar fyritøkur og stovnar høvdu valt at vera við í ár, so varð kortini hildið skilagott at vísa flaggið - at vísa, at føroyingar framvegis hava álit á, at olja og gass skal vera funnið í undirgrundini í rakstrarverdugum nøgdum. Millum luttakararnar vóru Atlantsflog, Virkisráðgeving, Beras, Thor, Vága Floghavn, Skipafelagið Føroyar og Menningarstovan.

Sum skilst var luttøkan hjá føroyingum á framsýningini var væl eydnað. Fleiri av fyritøkunum høvdu nógvar vitjanir og fleiri fundir - bæði við gamlar kontaktir, men eisini við fleiri nýggjar, og sjálvt fyritøkur, sum ikki fingu sent umboð til Aberdeen vórðu eftirspurdar.

Føroyski básurin lá á ein hátt stak væl fyri, beint við høvuðsinngongdina, men tað var eisini lætt at yvirsíggja hann, tí stóru básarnir beint við høvdu lyndi at draga eygu og áhuga til sín. Men aktivu føroysku luttakararnir, lutakastini um ferðir til tey bæði oljutiltøkini, sum vera í Føroyum næsta ár og ein power-point framløga, ið vendi sær beinleiðis til øll, ið komu inn, gjørdi, at føroyski básurin varð væl vitjaður.

Serligur áhugi var um framtíðar royndarboringar og seismiskar kanningar.

Ein gamal og góður kenningur, Sofus Poulsen, fyrrverandi føroyski umboðsmaðurin í Bretlandi gav eina hjálpandi hond á básinum. Óneyðugt at siga er hann stak væl kendur, umframt at hann kennir og minnist fólk - eisini í oljuvinnuni víða hvar, sum hann hevur hitt fyrr. Av tí sama trekti hann eisini vitjandi til básin og til føroysku fyritøkurnar á básinum.