Í dag er mánadagur 5. februar. Men í dag er eisini altjóða Nutella dagur. Ein dagur úr árinum, ið er settur av til at hátíðarhalda løtuna, tá heslinøtin og sjokolátan brustu saman og úrslitið varð tað, sum flest øll kenna og elska: Nutella.
Tað var amerikanski bloggarin Sara Rosso, sum setti altjóða Nutella dagin á stovn í 2007. Sjálv uppdagaði hon Nutella fyri fyrstu ferð, tá hon búði í Italia og bloggaði um mat. Endamálið var at hátíðarhalda Nutella, men eisini at fortelja vinum og kenningum og lekkra smyrjiviðskeran.
Endamálið við degnum er heilt einfalt at njóta eitt sindur av Nutella í dag. Tað kann gerast á ymsikan hátt, tí tað eru nógvar uppskriftir við einstaku blandingini av sjokolátu og heslinøtum í.
Sí eisini filmsbrotið omanfyri og fá góð hugskot til uppskriftir við Nutella.