Altjóða mannarættindadagurin hátíðarhildin í dag

Amnesty International Føroya deild varpar ljós á mannarættindi í heiminum í dag, nú heimsyvirlýsingin hevur 60 ár á baki í dag Í dag, altjóða mannarættindadagin 10. desember verður skipað fyri einum mannarættindadegi fyri miðnámsskúlanæmingum í Norðurlandahúsinum.

Har fer eitt nú Mariano Ramirez úr Argentina at siga frá sínum ræðuligu upplivingum undir einaræðisstjórnini, sum sat við valdið frá 1976 til 1983.

Eisini fer Sonja Jógvansdóttir at siga frá um korini hjá samkyndum í Føroyum og í heimshøpi.

Løgtingslimir og landsstýrisfólk eru bjóðaði við til tiltakið.

Um kvøldið verður skipað fyri stórari almennari konsert, har ORKA, The Ghost, Guðrið Hansdóttir og Lena Anderssen fara at spæla. Meira kann lesast á www.amnesty.fo. Atgongumerki fáast á www.nlh.fo.