Fríggjadagin 10. desember er altjóða mannarættindadagur. Tá heitir Amnesty International á fólk um at tendra eitt ljós í vindeyganum fyri teimum, sum sita í fongsli orsakað av teirra kyni, húðarliti, trúgv ella politisku sannføring. Tað eru fólk, sum hvørki hava nýtt ella eggja til harðskap. Amnesty rópar hesi fólk samvitskufangar.
Amnesty heitir eisini á øll, sum hava hug, at senda eina heilsan - eitt kort ella eitt bræv - til nøkur av hesum fólkunum, sum verða forfylgd ella sum skulu verða í fongsli um jólini og nýggjárið.
Heilsurnar bera vón og eggjan í eini svárari tið. Men heilsurnar siga eisini myndugleikunum, at altjóða samfelagið hevur eyguni eftir teimum. Tað kann gagna málunum hjá fangunum og verja teir og familjur teirra móti fleiri álopum.
Á heimasíðuni hjá Amnesty DK eru upplýsingar um 22 fólk, sum heilsanir kunnu sendast til. Les meira á
www.amnesty.dk/nytaarshilsen
Týdningarmikið, áðrenn tú skrivar!!!
Her eru nakrar reglur, sum skulu tryggja, at tú ikki av óvart kemur at skaða tey, tú sendur heilsu til.
Tú mást ikki nýta Amnesty kort, nevna Amnesty í tíni heilsu, senda átrúnaðarligar ella politiska heilsur - ein stutt heilsa, har tú sýnir samkenslu og stuðul, er nóg mikið.
Skriva navn og bústað á kortið og lat móttakar-an avgera, um tú skalt fáa svar. Skriva á enskum, sponskum ella fronskum.
Merk brævbjálvan sum luftpost ²A-prioritare². Brøv til Evropa kosta 7,50 kr., til onnur lond 10,00 kr.
Send heilsanirnar fyri 31. januar 2005. Vinarliga send okkum eitt avrit, um tú fært svar av onkrum slag.
Stuðul til Amnesty
Enn er møguleiki at stuðla Amnesty við at keypa lutaseðlar. Seinasta freist er 8. desember.Tað ber eisini til at keypa Amnesty ljós á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík 10. og 11. desember. Les meira á www.amnesty.fo