Altjóða mótasýning í SMS í dag

Í dag verða tvær nýskapandi og spennandi mótasýningar í SMS, har tað nýggjasta til heystar verður víst fram í eini heilstoyptari mótauppliving

Torgið í SMS er umgjørt til ein forvitnisligan mótapall til sýningarnar, sum verða klokkan 17 og 21.30 fríggjakvøldið. Allir mótahandlarnir í SMS luttaka við tí nýggjasta og mest forvitnisliga í handlinum.

Áhugaverd Catwalk

Áskoðararnir skulu vænta sær eina mótauppliving, har ikki bara klæðini eru í serflokki. Tað vera fleiri av teimum bestu og royndastu modellunum í Føroyum, sum trína fram um tjaldið fríggjadagin, men afturat ganga eisini onkur kend og áhugaverd andlit. Um 100 sett verða víst fram teir 45 minuttirnar mótasýningin varir.

Gunnvá Patursson roynir at flyta mørk

Hetta er triðju ferð, at Gunnvá Patursson skipar fyri einari mótasýning í SMS. Hvørja ferð hevur hon givið áskoðarunum eina serliga uppliving, men hesar vera nakað heilt serligt lovar hon.

Hon vil avdúka sum minst um mótasýningarnar, tí at tað er ein partur av upplivingini, at tú ikki veit, hvat ið fer at henda. Men so mikið vil hon siga, at mørk verða flutt fríggjadagin og at áskoðararnir skulu vænta sær eina góða og øðrvísi heildaruppliving. Tað verður mótasýning, men stórur dentur er lagdur á at tað skal vera eitt show.

- Tú kanst gott skriva, at onkur verður kløkkur og at tónleikurin verður hart frá, leggur hon afturat.

SMS er opið

Samstundis sum at mótasýningin setur dám á fríggjadagin, so er eisini hugsað um, at áskoðararnir skulu hava møguleika at ogna sær tað tey síggja á pallinum. Allir handlarnir í SMS hava opið til klokkan 23 fríggjakvøldið.