Altjóða luttøkan hjá Molde er hótt

Eftir stórtap á heimavølli eru líkindi fyri, at Molde í síðsta umfarinum kann missa fjórða plássið, sum ber europeiskan fótbólt við sær

 

NOREG


Tað gekst ikki væl hjá Molde sunnukvøldið. Brann úr Bergen vitjaði, og gestirnir fóru avstað aftur við øllum stigunum. 6.397 áskoðarar sóu teir vinna 3?0. Molde hevði kanska bóltin næstan so nógv sum mótstøðumenninir, og fyrstu løtuna høvdu teir tveir stórar málmøguleikar. Men spælararnir gjørdu eina røð av persónligum mistøkum, og tey vórðu sektaði.

Brann var frammanfyri 2?0, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Álopsmaðurin Torstein Helstad skoraði í 14. og aftur í 20. minutti. Fyrra málið var skot úr 20 metrum og dygst úti við stólparótina, og í seinna førinum tók hann bóltin frá einum verjuspælara og sneiddi framvið Jákupi Mikkelsen, áðrenn hann trillaði bóltin í tóma málið.

Tveir minuttir undan leikloki staðfesti Petter Furuseth Olsen trivaliga sigurin. Hann fór framvið allari verjuni, áðrenn hann skoraði.

Sambært norskum fjølmiðlum var Jákup Mikkelsen besti maður á Molde liðnum. Saman við liðformanninum Daniel Berg Hestad á miðvøllinum fær hann í dagblaðnum VG eitt seks tal. Bara tvey máls skjúttin hjá Brann fær meiri. Hansara avrik varð mett til eitt átta tal.


Trýst á sær

Tað var ikki heilt óvæntað, at Brann skuldi vinna á útivølli ímóti Molde. Tað hava teir gjørt hvørja ferð, teir hava spælt landskappingardyst á nýggja stadion í Molde. Torstein Helstad skoraði eisini tvey mál í hesum dystinum í fjør.

Nú er bara eitt umfar eftir í norsku tippuliguni. Molde er framvegis á fjórða plássinum, sum ber UEFA Cup pláss við sær, men tað er ikki frítt, at teir eru kroystir. Stabæk er eftir púra óvæntaðan 1?0 útisigur á Rosenborg bara eitt stig aftanfyri, og við sigrinum á Molde er Brann bara tvey stig frá fjórða plássinum.

Í síðsta umfarinum tykist Stabæk hava lættasta dystin av teimum trimum. Teir skulu spæla á heimavølli ímóti Moss, sum ikki hevur nakað at stríðast fyri. Molde skal spæla á útivølli ímóti Viking úr Stavanger, sum hevur vunnið bronsumerkini. Brann fær í Bergen vitjan av Rosenborg.


Nýggjur spenningur

Tað varð annars lagt upp til, at meistaraskapurin longu leygardagin skuldi avgerast. Rosenborg er upptikið av Europa Cup, og tí var dysturin hjá teimum ímóti Stabæk á skránni leygardagin. Í norska fótbóltssambandinum roknaðu teir ? sum øll onnur ? við, at Rosenborg fór at vinna, og tí vóru teir á staðnum við steypinum og gullkrónunum, sum teir í Noreg handa beinanvegin, tá tað er greitt, at eitt lið er meistari. Men umboðsmenninir noyddust til hús aftur við skreytinum, og nú er spenningur um, hvør fer at vinna NM.

Lilleström vann 2?0 á útivølli ímóti Moss, og teir hava møguleikan. Í síðsta umfarinum skal Lilleström spæla á heimavølli ímóti Tromsö. Um Lilleström skal vinna NM, so skal Brann, sum sunnudagin í Bergen fær vitjan av Rosenborg, hjálpa teimum.

Sogndal er uttanfyri vandan fyri niðurflyting. Sunnudagin megnaðu teir 2?2 á útivølli ímóti Strømgodset. Kurt Mørkøre var ikki á vøllinum.