Gøtumenn spæla fyri komandi ár enn eina ferð at taka lut í UEFA Cup, og í NSÍ vilja teir fegnir skifta fimta plássið, sum teir endaðu á í fjør, út við fjórða plássið, sum ber rættin at taka lut í Intertoto Cup við sær.
Skal málið røkkast, so er neyðugt at fáa øll stigini í morgin ? bæði hjá GÍ og NSÍ.
? Avrikið móti HB var stak vánaligt. Eg vóni og haldi, at talan var um ein felags offday, sigur Trygvi Mortensen, venjarin hjá NSÍ, sum ikki dylur, at hann var ikki nøgdur við, at dómarin eftir hansara tykki heimilaði havnarmonnunum at spæla alt ov harðliga.
NSÍ hevur allar teir, sum hava verið við hesa síðstu tíðina við, tá teir í morgin fara um Gøtueið. Arnfinn Langgaard og Gert Langgaard hava síðani summarsteðgin verið plágaðir av smáskaðum, men vit skilja, at nú eru teir væl fyri. Johnnie Skibenæs hevur verið skaddur í eina tíð, og hann er ikki farin at venja aftur. Mortan Hansen hevur leingi gingið við gipsaðum armi. Nú venur hann aftur, men í fyrsta umfari fer hann at styrkja um næstbesta liðið.
Gøtumenn hava alt fólkið tókt. Eingir er skaddur, og eingin er leikbannaður. Helmingurin av spælarunum hava tvey gul kort á kontoini, og tað vil siga, at møgulig gul kort í morgin kunnu kosta leikbann, tá GÍ skal til Sumbiar.
Tá NSÍ og GÍ spældu í Runavík var úrslitið 1-1. Í summar ? tað var tá Christian Høgni Jacobsen var so óheppin at bróta beinið ? hittust liðini í stevnuni í Gøtu, og tá varð 2-2.