Heri Ziska
Í Dimmalætting tann 25. oktober vóru tveir spurningar frá Jørgin Evald Solmunde til formannin í sersambandinum fyri frælsan ítrótt (FÍF). Teir tveir spurningarnir vóru:
Nær kunna vit vanta okkum limaskap innan altjóða sersambandið fyri frælsan ítrótt (IAAF)?
Hvussu vit kunna luttakað í kapping fyri ung?
Viðvíkjandi altjóða limaskapi er støðan tann, at einans lond kunna gerast limir, og í hesum sambandið er verður eitt land lýst sum ”A self-governing geographical area of the world recognised as an independent state by international law and international governmental bodies.” Hesar treytir klára Føroyar ikki at liva upp til, og tí kunna vit ikki gerast limir undir núverðandi reglum.
Viðvíkjandi luttøku í kappingum uttanlanda, so eru tað nógvar sokallaðar “opnar kappingar” kring um í heiminum. Hetta eru kappingar, har ein og hvør kann luttakað. Í slíkum kappingum er tað einstaklingurin og ikki landið, sum er umboðað. Vit (FÍF) hava hesi seinnu árini sent nakrar av okkara bestu ungu íðkarum til eina slíka kapping (Världsungdomsspelen) fyri at geva teimum møguleikan fyri at royna seg móti javnlíkum úr øðrum londum. Í løtuni kanna vit, hvørjir aðrir møguleikar eru, ið vit meta okkum hava orku til, og vantandi verða tað fleiri kappingar vit fara til í framtíðini, men vit kunna, sum støðan er í løtuni, ikki senda nakran til HM ella EM at umboða Føroyar.
Eg kundi nevnt, at tað, sum av nógvum verður roknað fyri fjóra stóra altjóðá kappingin (eftir OL, HM og økismeistaraheitum so sum EM) innan frælsan ítrótt, er Commonwealth Games. Hetta er kapping fyri fyrrverðandi og núðverandi hjálond hja Bretlandi. Tað krevst ikki limaskapur í IAAF, fyri at luttakað í hesari kappingini. Her kann nevnast at vinnarin av hamarkast hjá monnum í Hetlandi (Andy Frost) gjørdist nummar fýra í hesari kappingini í 2006. Hann var einans ½ m frá silvurmerkinum. Hann umboðaðið Isle of Wight. Andy roynur í løtuni at klára krøvini fyri luttøku í HM, men í HM kemur hann at umboðað Stóra Bretland, ið er limur í IAAF, har Isle of Wight ikki er, og heldur ikki kann blíva limur.









