Leiðararáðstevnan »The Global Leadership Summit«, stytt GLS, verður aftur í ár hildin í Føroyum, triðja árið á rað.
»The Global Leadership Summit« er ein leiðararáðstevna, sum verður hildin í samkomuni Willow Creek í Chigago, og verður í ár víst í 350 býum og 50 londum ígjøgnum video (víst á stórskíggja). Væntandi fara fleiri enn 120.000 leiðarar kring allan heim at luttaka og fáa íblástur frá ráðstevnuni, sum Bill Hybels, senior pastorur í Willow Creek, tók stig til.
Høvuðsmálbólkurin er leiðarar í kirkjum og samkomum. Men allir leiðarar á øllum stigum og øll leiðaraáhugað eru vælkomin á stevnuna.
GLS er vorðin ein altjóða leiðararørsla, sum sameinir leiðarar frá ymiskum kirkjum og mentanum og gevur íblástur til visiónir og leiðslu. Endamálið er at hjálpa leiðarum at gera ein mun í samfelagnum við støði í tí kristna boðskapinum.
Á talaralistanum í ár eru fleiri spennandi nøvn. T.d. kunnu hesir talarar nevnast:
? Jack Welch, fyrrverandi forstjóri í General Electric
? Bill Hybels, senior pastorur í Willow Creek, stovnari av GLS
? T.D. Jakes, seinor pastorur í The Potter´s House
? Chrisitine Caine, leiðari av Equip & Empower Ministries og stovnari av átakinum A21
? Tony Dungy, vinnandi venjari í Super Bowl 2007
Stevnan verður hildin í Norðurlandahúsinum 22. og 23. oktober, og tilmelding verður framd ígjøgnum heimasíðuna www.gls.fo