Á altjóða legu saman við 3999 øðrum

Aftur í ár verður høvið hjá føroyskum ungdómi at fara á vælumtóktu stevnuna við heitinum TeenStreet í Týsklandi.

Undanfarin ár hava føroyingar í hópatali leitað sær á hesa leguna, her tey kunnu hitta ungdóm millum 14 og 17 ár úr ymiskum samkomum og 25 ymiskum londum, so sum Týskland, Frakland, Spania og Korea.
Á skránni á TeenStreet er undirvísing úr Bíbliuni, kreativ innsløg, nógvur tónleikur, ítróttur og annað sum kann binda øll hesi túsundtals ungu saman og geva teimum eina góða og ríka uppliving.
Ársins TeenStreet verður í Oldenburg, sum liggur í norðara parti av Týsklandi og verður hildin um ólavsøkumundið.
Á seinastu stevnuni vóru um 4000 ungdómar, og alt bendir á, at talið verður eins stórt í ár. Tekningarfreistin er úti 22. apríl.