Vit hava øll gott at av fáa eina viðurkenning fyri tað arbeiði, vit gera, so hví ikki geva lærarunum eitt positivt orð við á vegnum, eitt herðaklapp og góðynski. Eingin fer væl av at annar fer illa. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.
Tann 5. oktobur var altjóða læraradagurin hjá Sameindum Tjóðum. Hesin dagurin er ognaður lærarum, so at teir fáa viðurkenning fyri teirra stóra og góða arbeiði, og fyri tann stóra týdningin, teir hava fyri samfelagið.
Hesin dagur verður hildin í yvir 100 londum sambært heimasíðuni laererdag.dk. 5. oktobur verður sjóneykan sett á týdningarmikla leiklutin, ið lærarin hevur, ikki einans sum undirvísari, men eisini fyri hansara leiklut í at virka fyri, at vit fáa tilvitaðar og virknar borgarar í nútímans samfelagnum, skrivar Andrea á Rípuni.
Sjálvt um hetta eru føgur orð, so hoyrdu vit onki til henda serstaka dagin her hjá okkum. Eg veit, at nakrir skúlar saman við skúlastýrinum skipaðu fyri læraradegnum, men tað er ikki ein fastur táttur í okkara skúlum, sjálvt um tað átti at verið ein fastur partur av skúlanum.
Vónandi fara vit at hoyra meiri til altjóða læraradagin 2021, skrivar Andrea á Rípuni millum annað á www.skulabladid.fo har øll greinin kann lesast,











