Altjóða kvinnudagur í Norðurlandahúsinum

8. mars er altjóða kvinnudagur, og tað skipar Kvinnufelagið í Havn fyri mentunarkvøldið í Norðurlandahúsinum

Altjóða Kvinnudagin tann 8. mars kl 19.30 skipar Kvinnufelagið i Havn fyri mentunarkvøldi í Norðurlandahúsinum.

Kvøldið byrjar við, at Oddvør Johansen, rithøvundur, greiðir frá og lesur úr bók síni: »Í morgin er aftur ein dagur«.

Síðani er steðgur, har fólk kunnu keypa sær ein drekkamunn og hugna sær í kaffistovuni.

Aftan á steðgin framførir Jytte Joensen úr Havnar Sjónleikarfelag einkvinnuleikin: »Ferðin til teir grønu skuggarnar««.

Atgongumerki á 40 krónur fáast í húsinum frá klokkan 19 sama kvøld.